• ur - teknistovan
  • hurðahondtak - teknistovan
  • Tíni hús
    frá tún til tak

  • Um teknistovuna 1
  • Um teknistovuna 2
  • Um teknistovuna

    Teknistovan við Elisabeth Mortensen hugsar um tíni ynskir fyrst. Frá túni til tak.

    Ígjøgnum eina mannagongd, har øll sjónarmið verða umhugsað, áðrenn uppgávan av álvara fer í gongd, fært tú eina fullførdað ætlan um, hvussu títt heim skal verða

    Við hesi lítlu og effektivu teknistovu hava arkitektur og kundi áhaldandi samband, frá tekniborði til byggiloyvið er fingið.

    Teknistovan veitir tær eina heildarloysn, har tekningar og ætlanir til sethúsatekningar, umbygging, innrætting, bilhús, handikap-vinalig innrætting, urtagarði og túni allar kunnu samlast og teknast. Hetta ger, at kostnaðurin á tekningum verður hildin einum sera lágum prísstøði.

    Ígjøgnum gott samband við teg, verður titt heim tilrættislagt og sniðgivið til tínar egnu tørvir, har tú ert við í tilgongdini og hevur innlit í, hvussu tekningarnar útvikla seg.

    Ein ætlan verður gjørd saman við tær um, hvørjir tørvir skulu uppfyllast til innrættan av tínum heimi. Teknað verður síðani eftir hesum.

  • Teknistovan, tænastur 1

    Húsatekningar

    Teknað verður við nýggjastu tøknini frá Autodesk. Millum annað Autocad og Revit.

    Hetta tryggjar gjøgnumskygni í øllum úgávum av teknaðu ætlanini. So sum flatmyndir, skurðir, síðumyndir og 3D myndir.

    Mannagongdin byrjar altíð við einum práti um tíni ynskir. Ætlan verður síðani gjørd um, hvussu hesi kunnu samantvinnast til at útvikla eini hugnalig, praktisk og vøkur hús.

    Tíni ynskir eru altíð í huga tá teknað verður, og soleiðis tryggja vit, at tekningarnar eru, sum tú hevði ímyndað tær.

    Vit koma út á staðið at máta upp og hyggja eftir verandi bygningi, áðrenn farið verður í gongd.

    Tú fært tíni hús teknaðið í 3D við tí tilfari, sum tú ynskir til húsini. Soleiðis kanst tú síggja, hvussu heimið fer at síggja út, tá tað er liðugt.

  • Teknistovan, tænastur 2

    Innandura Arkitekt

    Hví nýta ein innandura arkitekt?

    Tað eru nógvir fyrimunir við at brúka ein útlærdan innandura arkitekt. Um tú ynskir innandura tekningar umframt tína sethúsatekning, ella ynskir at broyta innrættningin í verandi húsi.

    Við installatiónum, gongu øki, fólki og møblum á 3D tekning, verður lætt at síggja fyri sær, hvussu heimið fer at taka seg út.

    Um tær tørvar sniðgeving til alt heimið, ella eitt nýtt ‘look’ til partar av heiminum, kunnu vit eisini hjálpa tær.

  • Teknistovan, tænastur 3

    Innrætting til fólk við serligum tørvi

    Tú fær eina útførdað ætlan um, hvussu heimið kann gerast handikap-vinarligt.

    Við vitan um serligu krøvini um støddir, hæddir og mát í sambandi við serligar tørvir, finna vit eina fullførdað loysn til eitt heim uttan forðingar.

    Tað er sjálvandi eisini møguligt at broyta ein verandi bygning til tínar tørvir. Vit koma út á staðið at máta upp, og tosa um tíni ynskir til innrættan og hyggja eftir hvørjar broytingar kunnu verða framdar.

Samband

Elisabeth Mortensen
Lýðarsvegur 15
188 Hoyvík
Tlf: 51 72 44
elisabethm323@gmail.com

Dømir

Vælkomin til teknistovuna

Her kanst tú fáa hjálp til alla bygging frá tún til tak

Byggiloyvi

Óansæð hvar tú ætlar at byggja, skal hetta gerast í samráð við kommununa, tú byggir í.

Ymiskar byggisamtyktir

Grundøki

Tað er týdningarmikið at staðseta húsini rætt í mun til sólargang, sólpláss, hava og møguligt bilhús

Ymiskar loysnir

Dreymahús

Fyrst tosa vit saman á teknistovuni og fáa greiðu á tínum ynskjum. Síðani tekna vit eitt útkast, sum tit so kunnu tilpassa og broyta. Til síðst gera vit tekningina lidna og gera klárt til at senda inn til byggiloyvi.

Ymiskar tekningar

Hvat tekna vit

  • Sethús Dømi
  • Bilhús Dømi
  • Umbyggingar Dømi
  • Rímingarleiðir Dømi
  • Útbyggingar Dømi
  • Innrættingar Dømi
  • Køkar Dømi

Handverkarar

  • Útgraving og planering Nøvn
  • Stoyparar Nøvn
  • Timburmenn Nøvn
  • VVS Nøvn
  • Elektrikarar Nøvn
  • Múrarar Nøvn
  • Trýsttest Nøvn
  • Urtagarð Nøvn
  • Flyting Nøvn

So er bara eftir at flyta inn

Myndir av lidnum húsum


Bíða eitt bil...